Ummøbleraði fyri 80 krónur úr endurnýtslu

Sí myndir av kamarinum, ið varð ummøblerað

26 ára gamla Steintóra Gleðisheygg Joensen býr í Keypmannahavn, har hon lesur teologi. Í Heystfrítíðini var hon heima og vitjaði, og valdi tá at ummøblera eitt kamar í húsunum hjá foreldurnum við møblum úr endurnýtslu. Hon brúkti 80 krónur til verkætlanina.

 

 

Hon keypti: Eitt náttborð úr træ, sum hon málaði ljósareytt. Eitt gamalt urtapottaborð. Eina gula lampu og ein gulan skerm. Eina tasku.

 

 

– Eg havi altíð haft áhuga í klæðum og arkitektur, og mær dámar væl at klæðir og møblar hava eina søgu, hóast eg ikki kenni hana. Tað, sum er umráðandi fyri meg í hesum høpi er, at ikki hava ov nógv ting inni í húsinum og ikki at hava lítlir prýðislutir, ið kunnu síggja óruddiligir út.

 

 

Hon greiðir frá, at endurnýtsla sjálvandi er best fyri umhvørvið, heldur enn at fara út og keypa nýggja hópframleidda vøru.

 

 

– Tað er gott fyri samfelagsbúskapin og deili-búskapurin er góður fyri mín búskap. Harumframt er tað stuttligt at leita og finna klæðir og møblar, ið onnur ikki eiga og tískil ikki hava eitt heim, ið líkist so nógv øðrum heimum. Eisini er tað sera stuttligt at sleppa at mála, líma og polstra møblar, ið tú møguliga ikki hevur nýtt so nógvar pengar uppá, og tí ger tað onki, um tað nú ikki riggar, sigur hon.

 

 

Tá hon fór í gongd við verkætlanina í heystfrítíðini, ynskti hon, at kamarið varð minimalistiskt og samstundis persónligt. Hon vildi ikki bora ella smíða og hongja nakað á veggin, av tí at hon ofta flyti uppá møblarnar í rúmum sínum.

 


Hon býr í Keypmannahavn, og har er hon ofta á loppumarknaðum og hyggur. Eisini nýtir hon appir  og heimasíður sum dba og lauritz at leita á. Tá hon beinir stóru mongdirnar av ruski burtur, hyggur eisini, um har er okkurt, sum hon kann endurnýta. Tá hon er í Føroyum hyggur hon í teir ymisku bólkarnar á Facebook, har fólk í Føroyum selja út av teirra møblum og prýðislutum. Í hesum førum hevði hon bert verið í Runavík inni í klædnahandlinum hjá Bláa Kross og Endurnýtslan, ið liggur á keiini, har tað er fylt við møblum, prýðislutum, krukkum, spølum, bókum og øðrum.

 

 

Niðanfyri sært tú myndir av kamarinum áðrenn og aftana tað var ummøblerað.