Umlopin í fyrsta umfari

Norðoyggjar: Fólk í Norðdepli og Hvannasundi mundu fegnast, tá Televarpið boðaði frá, at tey nú – í eini royndartíð - vórðu knýtt at sjónvarpsneti teirra.

Hinvegin undrast fólk í t.d. Árnafirði á, at tey ikki hava atgongd til hetta sama. Tey føla seg snøgt sagt umlopin, hóast fipurkaðalin norðureftir gongur stutt frá teirra bygd.
- Okkara virksemi verður rikið á handilsligum grundarlagi, og tí royna vit fyrst at stabilisera verandi sendinet, m.a. tað í Klaksvík.
- Tað kann tykjast ólogiskt, at vit leypa Árnafjørð um, men tað kostar nógv at knýta aðrar bygdir í netið, sigur Edvard í Skorini Joensen frá Televarpinum í stuttari viðmerking.
Hann dugir tí ikki at siga, nær árnfirðingar møguliga fáa sama tilboð sum tey norðanfyri.