Av teimum 84 persónum, ið doyðu í yvirgangsálopinum í Nice í síðstu viku, vóru 38 teirra aðrastaðni frá. Tað upplýsir franska uttanríkisráðið, sambært Reuters tíðindastovuna.
Tað endurspeglar, at Nice er millum tey best dámdu ferðamálini í Fraklandi. Av teimum fronsku býunum er tað einans høvuðsstaðurin París at fleiri ferðafólk vitja.
Tey 38 persónarnir, ið lótu lív í álopinum og vóru ikki av fronskum uppruna, vóru úr 19 ymiskum londum, harímillum, Algeria, Týskland, Armenia, Belgia, Brasil, Estland, USA, Georgia, Italia, Kasakstan, Madagaskar, Marokko, Pólland, Russlands, Rumenia, Sveis, Tunis, Turkaland og Ukraina.
Tað var í farnu viku, at 31 ára gamli Mohamed Lahouaiej Bouhlel drap 84 fólk, tá hann rendi á tey við einum lastbili meðan tey hátíðarhildu franska tjóðardagin. Islamski yvirgangsfelagsskapurin hevur tikið ábyrgdina fyri álopið, men franskir myndugleikar hava ikki funnið nakað, ið kann prógva tilknýti millum yvirgangsmannin og IS.