Umleggja uppgerð yvir orkunýtslu

Á hvørjum ári umleið 20. januar hevur SEV sent elkundunum árligu uppgerðina yvir orkunýtsluna. Nú fer SEV at umleggja uppgerðina frá 10 til 12 gjøld. Sum frá líður fáa allir kundar, sum hava fjaravlisnar málarar, uppgerð eftir nýtslu. SEV væntar, at í 2015 kunnu allir málarar fjaravlesast.

Tær fyrstu uppgerðirnar verða sendar um mánaðarskiftið januar/februar. Hetta merkir sostatt, at gjaldið fyri elnýtsluna í januar og februar mánað fellur til gjaldingar 10. mars 2013.

Kundar, sum hava goldið ov lítið fyri streymnýtsluna í 2012, gjalda hetta saman við gjaldinum fyri januar/februar mánað.

Kundar, sum hava goldið ov nógv fyri streymnýtsluna í 2012, fáa upphæddina mótroknaða januar/februar gjaldinum, møgulig rest verður útgoldin. Hetta framgongur av uppgerðini, sum verður send út.

- Fyri at SEV altíð kann hava eina góða og skjóta tænastu, sum kostar so lítið sum gjørligt bæði fyri kundan og SEV, verður arbeitt fram ímóti at gera tænasturnar hjá SEV so vítt gjørligt sjálvvirkandi, sigur SEV á heimasíðu síni.

Ómaksgjald á 25,00 kr. verður álagt kundum, sum ikki gera brúk av at tilmelda gjaldsviðurskiftini við SEV til gjaldskipanina/NETS í peningastovninum ella í netbanka sínum. Hetta gjaldið er eisini galdandi fyri tey,ið ikki rinda eftir gjaldstronginum/Fik-linjuni á inngjaldskortinum, sum stendur á uppgerðini. Somuleiðis verður ómaksgjald á 25,00 kr. lagt á kundar, sum ynskja at fáa uppgerðina senda við Posta.