Føðideildin
Illa umstríddu umnleggingar á føðideildini verða ikki settar í verk beint nú, sum ætlað.
Ístaðin verða tær settar í verk seinni í ár.
Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at tað eru ymisk viðurskifti, sum bera í sær, at føðideildin ikki verður umskipað enn.
Men seinkingin hevur als onki at gera við stríðið sum, sum tók seg upp við sjúkrarøktarfrøðingarnar um umleggingina.
? Umleggingin er staðfest og hon verður sett í verk og tað er av heilt natúrligum orsøkum, at vit ikki kunnu byrja at arbeiða eftir nýggju vaktarskipanini enn, sigur hann.
Hann sigur, at endamálið hevur alla tíðina verið at fyrireika umleggingina væl og virðiliga, áðrenn hon varð sett í vera fyri at tryggja, at dygdin á deildini verður varðveitt.
Men nú er summarið í hondum og tí verður bíðað við at seta umleggingina í verk til summerferiurnar eru avgreiddar.
Hann sigur, at í løtuni verður arbeitt við at gera eina ætlan fyri, hvussu umleggingin skal setast í verk.
Tað er eitt arbeiðið sum er ígongd í løtuni.
Setta, trýstreingjaða leiðslan á føðideildini, er í ferð við at fyrireika uppleggið til, hvussu umleggingin skal setast í verk og síðani skulu eisini teir ymsu fakbólkarnir at verða við í fyrireikingini.
Umleggingin ber í høvuðsheitum við sær, at ljosmøður skulu nú taka lut í arbeiðnum inni á sjálvari føðideildini. Tær ganga annars á vakt, men verða bara tilkallaðar, tá ið kvinna skal eiga. Við at lata tær arbeiða á føðideildini, metir leiðslan, at hon fær størri nyttu burturúr arbeiðsmegini.
Tað merkir aftur, at nakrir sjúkrarøktarfrøðingar missa starvið á føðideildini, men ætlanin er at teir fáa starv aðrastaðni á Landssjúkrahúsinum.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava mótmælt, tí tær meta, at røkt hoyrir undir teirra øki og at dygdin fer at fella, skulu aðrir fakbólkar taka sær av røktini.
Tær góðtaka heldur ikki, at ljósmóður skal vera leiðari fyri sjúkrarøktini á føðideildini.
Beint eftir summarfrítíðina
Eitt, sum skal gerast púra greitt, nú umleggingin verður fyrireikað, er, hvørji ábyrgdarøki hvør fakbólkur hevur.
Men Poul Geert Hansen metir, at tað verður beint eftir summarfrítíðina, at farið verður yvir til nýggju vaktarskipanina.
Tann trýstreingjaða leiðslan á føðideildini er ovasti leiðarin, sum er ljósmóður og so tveir fakligir millumleiðarar, ein fyri ljósmøðraskipanina og ein fyri sjúkrarøktina.
Tá ið eitt ár er farið, skulu hesi størvini lýsast leys. Tað liggur fast, at tveir fakligir millumleiðarar skulu vera, ein fyri ljósmøðraskipanina og ein fyri sjúkrarøktina. Honvegin kann ovasti leiðarin verða antin ljósmóður, ella sjúkrarøktarfrøðingur, ella ein, sum hevur báðar útbúgvingarnar.