Við einari íløgu á 14 milliónir krónur til eina tekniska umlegging av skattaskipanini fer landskassin at spara 4 milliónir krónur í rakstrarkostnaði hvørt ár frameftir.?
Tað boðar Fíggjarmálaráðið frá.?
- Íløgan í eina tøkniliga umlegging av skattaskipanini í Føroyum er vunnin inn aftur eftir minni enn fýra árum, og eftir tað sparir landskassin knappar fýra mió. kr. í rakstrarkostnaði hvørt ár. Tí er skilagott at leggja um nú og fáa meira fyri minni.??
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa heimild til at gera avtalu um umlegging.
Umleggingin skal eftir uppskotinum kosta tí almenna 14 milliónir krónur.
- Ein positivur virknaður av umleggingini er, at væl útbúnir føroyingar í vitanartungum størvum gera arbeiðið, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
TAKS er vorðin einasti brúkari av »mainframe« skipanini, sum P/F Elektron tók í nýtslu fyrst 1980-árunum, og sum peningastovnarnir og tað almenna hava verið felags um at brúka og rinda. ?
Tað boðar Fíggjarmálaráðið frá.
Í dag er støðan øðrvísi. Peningastovnarnir fáa sítt tøkniliga arbeiði gjørt uttanlands og eru ikki brúkarar longur. Ein støðugt vaksandi rakstrarkostnaður verður tí lagdur til TAKS sum einasti brúkari av hesari skipan.??
Gamla tøknin er dýr at reka, og fyri at spara landskassan fyri vaksandi rakstrarkostnað er avgjørt at umleggja skipanina hjá TAKS, so hon fer á ein nýggjan og bíligari tøkniligan grundvøll at standa.??
Ætlaða umleggingin fer at kosta 23,6 milliónir krónur, og peningastovnarnir, P/F Elektron og TAKS fíggja umleggingina í felag.??
Spurningurin um, hvørt arbeiðið við umleggingini skal bjóðast út, hevur verið umrøddur. Fíggjarmálaráðið hevur havt serfrøðing at mett um hetta, og tað er ikki mett skilagott at bjóða hesa uppgávuna út, tí tað hevði blivið ein munandi dýrari loysn fyri landið. Hinvegin gevur henda umlegging møguleikar fyri lættari at bjóða út uppgávur á TAKS skipanini í framtíðini.??
Verður lógaruppskotið samtykt, verður bindandi sáttmáli gjørdur millum TAKS og P/F Elektron, og farið verður undir umleggingina av TAKS skipanunum beinanvegin. ??
Væntandi tekur tað 2 ár at umleggja skipanirnar, soleiðis at umleggingin verður liðug í 2014.