Umlegging í samráð við starvsfólkið

Umleggingin av vaskiarbeiðinum á Landssjúkrahúsinum, sum umrødd er aðrastaðni í blaðnum, verður gjørt í samráð við starvsfólkið, sigur fakfelag teirra

Vaskingin á Landssjúrkahúsinum skal skipast eftir norðurlendskum normi, har mált verður, nær eitt sjúkrahús er nóg reint, samstundis sum finnast skal fram til, um onnur arbeiði enn bara vasking kunnu gerast av teimum fólkunum, sum dagliga halda Landssjúkrahúsið reint.
Á Landssjúrkahúsinum eru tey farin undir eina verkætlan saman við teimum fólkunum, sum vaska sjúkrahúsið og Havnar Arbeiðskvinnuelag, sum er fakfelag teirra. Verkætlanin skal ætlandi standa við til jólar, sigur Jan á Argjaboða, sum hevur ábyrgdina av ætlanini.
Tey, sum dagliga vaska Landssjúrkahúsið, eru fyri tann allarstørsta partin fastlønt fólk, umframt nøkur heilt fá tímalønt, sum brúk er fyri av og á.
Ætlanin er aat fáa sum mest arbeiðið til teirra, sum fastlønt eru, og helst fáa skipað tað soleiðis, at tey kunnu fáa eitt arbeiði burturúr, sum tey kunnu liva av, sigur Jan á Argjaboða.
Sum er arbeiða fleiri teirra som mikið fáar tímar, at tað verður ikki full vika burtuúr. Til dømis møta tey um morgunin og fara so heim aftur mitt á degi fyri síðan at koma aftur um kvøldið.
?Hetta er sjálvandi ikki nøktandi, sigur Jan á Argjaboða, og tí vilja vit eisini finna út av, um til ber at finna onnur arbeiði, sum hesi somu fólkini kunnu gera ta tíðina, tey annars skuldi gingið heima og bíða aftir at koma út aftur at taka arbeiðið uppaftur.
Vaskiarbeiðið á Landssjúrkahúsinum var eisini rakt av sparingum í nítiárunum, og síðan tá er líkasum eingin, sum hevur nortið nakað við hetta aftur, sigur Jan á Argjaboða. Nú er so ætlanin at skipa tað eftir einum felags norðurlendskum standardi, har mett verður um, hvat kann gerast og nær eitt sjúrkahús er nóg reint. Brúktir verða ávísir fastir formlar so at siga til at staðfesta hetta, sigur hann.
Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at felagið alla tíðina hevur verið kunnað um verkætlanina, sum gjørd verður í samráð við arbeiðsfólkið.
Hon væntar ikki, at hetta kemur at ganga út yvir teirra limir, sum teir allarflestu eru fastløntir har úti. Tó við lægri løn, enn tey kundu ynskt sær.
?Tá fólk hava arbeitt meira enn tríggjar mánar á Landssjúrkahúsinum fleiri enn 15 tímar um vikuna, gerast tey av sær sjálvum fastlønt, sigur hon. So koma nøkur tímalønt aftur at soleiðis av og á, tá brúk er fyri tí. Hesi verða nú færri, men aftur fyri verður meira varandi arbeiði til hini, sum eru fastlønt, sigur hon.