VINNUSTUÐUL
Ein av teimum, sum metir at ástøðið um peak oil vera sannlíkt er búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss. Ì øllum førum kann hann taka undir við, at prísurin á olju støðugt tykist at vaksa. Og av hesari orsøk kann hann ikki taka undir við, at rakstrarstuðul verður veittur til fiskiflotan.
- Byrja vit at veita rakstrarstuðul, so gerst tað ein óendalig útreiðsla fyri landskassan. Stuðulin verður ikki minkaður aftur, tá prísirnir bara veksa, sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur.
Hann sigur við øðrum orðum, at høgi oljuprísurin ikki skal metast sum ein fyribils støða, og tískil kann rakstrarstuðul ikki veitast við teirri grundgeving at hjálpa eitt ávíst avmarkað tíðarskeið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Leggja um
Men búskaparfrøðingurin metir tað heldur vera skilagott at veita stuðul ella hjálp til at leggja um til eitt nú onnur sløg av brennievni.
- Vit kunnu heldur stuðla vinnuni at leggja um til at nýta aðrar orkukeldur ella annan reiðsskap, ið krevur minni orku. Somuleiðis eiga vit at umhugsa at stuðla húsarhaldunum at royna orkusparandi loysnir., sigur Magni Laksáfoss.
Hann vísir á, at líknandi loysnir eru royndar við góðum úrsliti í øðrum londum.
- So leingi prísurin á olju støðugt hækkar, so byrja aðrar orkukeldur at gerast munandi meira burðardyggar, og tað mugu vit eisini hava eyguni eftir í Føroyum, sigur Magni Laksáfoss.
Ein stuðul til umlegging til aðrar orkukeldur kann t.d. skipast sum stuðul til royndarverkætlarnir, har ymsar loysnir verða royndar, ella sum beinleiðis íløgustuðul, har tað almenna letur ein part av umleggingarkostnaðinum, heldur Magni Laksáfoss.










