Umlættingardepil byggjast miðskeiðis í Sandsbygd

Sands bygdarráð samtykti í gjárkvøldi at útvega lendi til Umlættingardepil til ung við serligum avbjóðingum.

Sands bygdarráð hevði kommunustýrisfund í gjárkvøldið.

 

Á fundinum varð samtykt at útvega lendi til Umlættingardepil til ung við serligum avbjóðingum.

 

Hetta er ein depil, sum Almannaráðið skal byggja á Sandi.

 

Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at samtykt varð at útvega lendi til endamálið norðan fyri Bókasavnið, sum liggur miðskeiðis í bygdini.

 

Allir kommunustýrislimirnir uttan ein atkvøddu fyri málinum.