Umlættingardepilin á Sandi handaður

Í dag var Virknis- og umlættingardepilin á Sandi handaður Landsverki.

 

Landsverk er byggiharri og hevur eisini havt prosjektleiðsluna um hendi.

 

Tað er arkitektavirkið Kontrast, sum hevur verið høvuðsráðgevi, sum hevur teknað og prosjekterað verkætlanina saman við SMJ og LBF. Somu ráðgevarar hava havt eftirlit við byggingini.

 

Byggileiðsluna hevur Kontrast arkitektar tikið sær av.

 

Høvuðsarbeiðstakari er Sp/f VD við Valbjørn Dalsgarð.

 

– Arbeiðið og samstarvið millum partarnar hevur gingið sera væl, og verkætlanin er handað sambært tíðarætlan. Økið rundanum bygningin verður nú asfalterað. Hetta arbeiðið verður liðugt í vikuni, sigur Kári Dal-Christiansen frá Kontrast Arkitektum.