Umklæðingarrúmið er einasta staðið KÍ-arnir ikki práta fótbólt

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Jóannes Bjartalíð var kringsettur av fegnum KÍ-fjepparum, tá Hilmar Jan Hansen gjørdi samrøðu við hann

- Umklæðingarrúmið er einasta staðið vit ikki práta fótbólt, staðfestir stjørnuskotið og stórskjúttin hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð, kringsettur av fegnum KÍ-fjepparum meðan Hilmar Jan Hansen ger eina samrøðu við hann á Rás2.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jóannes Bjartalíð.

 

Jóannes Bjartalíð dugir ikki at síggja í skrivandi stund hvat lið skal steðga KÍ. KÍ hevur vunnið á øllum liðunum, uttan AB, sum teir møta komandi fríggjakvøld, men Jóannes Bjartalíð ætlar, at AB eisini skal verða fyri falli komandi fríggjakvøld. 

 

Jóannes Bjartalíð heldur ikki, at KÍ spældi sín besta dyst ímóti B36 í dag, men tað helt, og tað var tað, sum taldi, tá samanum kom. Hann staðfestir, at aftur í dag vóru mongu KÍ-fjeppararnir gull verdir fyri hann og liðfelagarnar.