CO2-roknarin er eitt amboð, á føroyskum og lagaður til føroysk viðurskifti, hetta ger tað lætt hjá fyritøkum og øðrum at rokna sítt útlát av vakstrarhúsgassi.
Umhvørvisstovan skrivar, at CO2-roknarin fyri 2024 er ein dagføring av roknaranum í fjør. Í ár er roknarin víðkaður og tí kunnu fyritøkur nú kunnu roknað enn fleiri sløg av útláti og fáa fleiri upplýsingar, sum tær kunnu brúka til sínar ESG-frágreiðingar. Eitt nú ber til at rokna út útláti av ognum. Nýggj rokniørk eru sett inn í roknifíluna, so at fyritøkur lættliga fáa tøl fyri samlaðu orkunýtsluna, og hvussu stórur partur av samlaðu orkunýtsluni stavar frá varandi orku. Eisini fáa fyritøkurnar betri yvirlit yvir burtukasti, og hvussu nógv fer til brenning, endurvinning og tyrving.
Umhvørvisstovan hevur gjørt vegleiðing til CO2-roknaran. Vegleiðing er ætlað fyritøkum, stovnum og feløgum. Hon er eitt stuðulsamboð til CO2-roknaran og tekur serligt atlit til føroysk viðurskifti. Vegleiðingin er ein útgreining av tekstunum í sjálvum roknaranum.
Umhvørvisstovan og Vinnuhúsið hava í felag gjørt vegleiðingina, og ment nýggju útgávuna av CO2-roknaranum.
CO2-roknarin fyri 2024 og nýggja Vegleiðingin um CO2-roknaran eru tøk á hesi síðuni
Vilt tú vita nærri um CO2-roknaran, ring til tlf. 342400 ella skriva til Umhvørvisstovuna, us@us.fo.











