Umhvørvisgóðkenning til grótbrot

Umhvørvisstovan hevur veitt umhvørvisgóðkenning til grótbrotið í Hundsarabotni

 

 

Umhvørvisstovan skrivar á heimasíðu sínari, at stovnurin hevur veitt umhvørvisgóðkenning til grótbrotið í Hundsarabotni. Umframt at framleiða grót og skerv framleiðir grótbrotið hjá Landsverki eisini asfalt og oljugrús á asfaltverkinum.

 

Virksemið fer fram ovarlaga úti í haga og tí hevur Umhvørvisstovan lagt serligan dent á, at útlátið hvørki er til bága fyri djóralívið í økinum kring virksemið og serliga í áunum, ella lækkar upplivingarvirðið í økinum sum heild, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu sínari.