Bygging
Miðvági:Stig Thomassen, byggimeistari í Miðvági, er farin at selja og seta upp norsk sniðhús, sum eru umhvørvisvinalig.
Húsini eru gjørd úr serliga útvaldum tilfari. Slíkum, sum ment er í samstarvi við astma- og allergifelagið í Noreg, og tí serliga umhvørvisvinalig. Eisini er sonevnt »klimaannlegg« í húsinum, sum alla tíðina reinsar luftina.
?Tað kemst av, greiðir innflytarin frá, at tað í dag er so nógv av ovurviðkvæmi og tílíkum sjúkum millum fólk, at fólk stutt sagt ikki kann búgva hvar sum helst longur. Tí eru hesi húsini vorðin til, sigur hann.
Talan er um norsk hús, sum á allan hátt eru kappingarfør við tey hús, sum frammanundan eru á føroyska marknaðinum, sigur Stig Thomassen. Bæði í dygd og prísi.
Húsini, sum nú vera smiðað í Miðvági, eru 122 fermetrar til víddar, og eru innrættað við køki, stovu, vaksirúmi, fýra kømurum umframt baðirumi, wc og stórum vaksirúmi. Húsini eru í tveimum hæddum. Stovuhædd og lofti. Lyklaklár kosta hesi húsini umleið 860.000,- krónur. Tó er málaraarbeiðið ikki við, sigur Stig Thomassen.
?Tað at seta litir á og velja tapet, er slíkt, sum fólk vanliga sjálv vilja hava ávirkan á, sigur hann.