Umhvørvisvinaligt bygdahús

Í síðstu viku varð nýggj hitaskipan sett upp í bygdahúsinum í Haraldssundi. Oljufýringin er tikin úr nýtslu, og hitapumpur eru settar ístaðin. Heita vatnið verður hitað í einum el-tanga, sum kann sløkkjast, tá húsið ikki er í nýtslu.

Bygdahúsið er heimstaður hjá Bygdafelagnum Ljósinum og verður brúkt til virksemið hjá felagnum. Bygdahúsið verður eisini leigað út til ymisk endamál, eitt nú til brúdleyp, føðingardagar, fundir, og húsið er serliga væl egnað til stórar og miðalstórar bólkar at gista í.

Nevndin í Bygdafelagnum Ljósinum sigur, at gamla hitaskipanin, sum varð rikin við olju, var vorðin ótíðarhóskandi, so hon skuldi skiftast.

- Vit hugdu at ymiskum møguleikum fyri at skifta hitaskipan, men vit vórðu skjótt samd um, at ein skipan við hitapumpum og el-hitatanga helst vildi roynast best í einum slíkum húsum. Hugsa varð serliga um, at oljuprísurin áhaldandi veksur og ikki sær út til at minka aftur í bræði - og at stórur partur av framleiðsluni hjá SEV er úr varandi orkukeldum og harvið meira umhvørvisvinaligt enn “gomlu” oljufýringarnar.

Nevndin í Bygdafelagnum Ljósinum leggur aftrat, at Signar Kallsberg seldi og setti nýggju skipanina upp, og tey eru væl nøgd við arbeiði, sum hann hevur gjørt.