Umhvørvisviku-endabrestur

Allan dagin verða tiltøk, sum seta punktum fyri Umhvørvisvikuna. Planta eitt træ, umhvørvisveiða, mótaframsýning og Grøn Konsert verða á skránni. Skráin fyri Umhvørvisvikuna í dag:

kl. 10-14 Planta eitt træ (Skálatrø)

kl. 10-18 Umhvørvisveiða (Margarinfabrikkin)

kl. 14- 15.30 Mótaframsýningin Re-desing (Posthúskjallarin)

kl. 16-22 Grøn konsert (Tórsgøta)

--

Kommunan sigur soleiðis um tiltøkini:

Plantið eitt træ á Skálatrøð frá kl. 10.00 til ongir plantupakkar eru eftir.

Ein ókeypis pakki til hvørt húski. Eisini verður møguleiki at fáa ein ella tveir posar av føroyskt framleiddum stroyggi.

--

Mótaframsýningin Re-desing:

Kreativa mótaframsýningin RE-DESIGN er skipað av Meibritt Jakobsen og Eyð Skúvadal.

Her fáa gomlu klædnapløggini nýtt og spennandi skap, har einki er ómøguligt. Eitt nú kunnu nøkur slips blíva til ein lekran niðurdeil ella kovboybuksurnar til eina smarta tasku.

Eisini fer bólkurin Crawling Blue at undirhalda við góðum sangi og tónleiki, kvinnur frá Havnar Fimleikafelag hava framførslu og okkurt munngott verður eisini fáa.

--

Grøn konsert 9. mai kl. 16.00.

Umhvørvisvikan 2009 endar leygardagin 9. mai klokkan 16 við stórari grønari uttandura konsert fyri børn og ung, sum verður á parkeringsplássinum millum Posthúshjallaran og Hotel Tórshavn niðast í Tórsgøtu.

Bólkarnir, sum verða við á drúgvu konsertini, eru Lena og Niclas, HOGNI, Crawling Blue, Gurið Hansdóttir, Hanus G. Johansen og ORKA saman við Eivør Pálsdóttir.

--

Les meira á www.torshavn.fo