Umhvørvisvikan hevur gjørt mun

Elin Lindenskov setti í morgun níggjundu umhvørvisvikuna í røðini, og forkvinnan í Teknisku nevnd, har umhvørvismál nú hoyra undir, heldur, at vikan hevur nomið við nakað í hugburðinum hjá fólki

- Hettar er nummar níggju í røðini. Tað vil siga, at fyrstu ferð, vit skipaðu fyri umhvørvisvikuni, vardi hon ikki eina heila viku, men annars er hettar níggjundu ferð.
Tað sigur forkvinnan í Teknisku nevnd, sum eftir býráðsvalið í heyst er umskipað nakað, og nú hevur gomlu umhvørvisnevndina undir sær.
Umhvørvisvikurnar hava havt ávís evni á hvørjum ári, og soleiðis er eisini hesaferð.
- Evnið hesaferð er »Tak up og set niður«. Og tað snýr seg serliga um at taka rusk upp, serliga úti í náttúruni, men eisini at planta trøð og plantur at skapa vøkstur runt umkring í kommununi, sigur Elin Lindenskov.
Hon heldur, at vikan hevur stóran týdning fyri borgrarnar i kommununi.
- Eg haldi, at talan fyrst og frest er um eina áminning um, at fara væl um náttúruna og rudda upp eftir okkum. Men eg haldi eisini, at fólki dámar tað, og hetta er eisini vikan, tá farið verður oman á Vaglið komandi leygardag, har fólk fáa ein plantupakka. Tað er so sjálvandi nakað, ið er nógv eldri enn umhvørvisvikan, sigur Elin Lindenskov.
Hetta dámar fólki serliga væl, og nógv eigarafeløg nýta høvi til at vera saman og seta niður og verja náttúruna.
- So eg haldi avgjørt, at tað hevur týdnig. Tað minnir okkum eisini um, at summarið er á veg, vónandi, sigur Elin Lindenskov.

Fyrilestur um urtgarðar
Og fólk taka væl ímóti vikuni.
- Tað haldi eg, at vit kunnu siga, og tað verður betri og betri, og fólk eru meira tilvitað um tað. Eg haldi eisini, at tað er batnað nógv í kommununi hesi seinastu níggju árini. Tíðarandin er eisini við okkum, sigur Elin Lindenskov.
Hon heldur eisini, at tað er nakað, ið sæst aftur.
- Eg haldi at tað sæst aftur. Tað er minni rusk at síggja, tó at tað framvegis er nógv rusk at síggja. Men hetta við urtagørðum og at planta, tað er nakað, vit síggja meira og meira til, og fólk hava áhuga í tí, sigur Elin Lindenskov.
Hon vísir á, at mikukvøldið verður eitt temakvøld við júst hesum í Posthúskjallaranum, har greitt verður frá um urtagarðar og um planting, og hvussu farast skal við hesum plantunum.
- So tey, ið hava hug at byrja nú, tey eru vælkomin at koma at hoyra um, hvussu urtagarðurin skal røkjast, sigur Elin Lindenskov.

25 ára hátíðarhald
Tað er vorðin traditión seinastu árini, at býráðspolitikarar ganga á odda, og seta trø og runnar niður, tá umhvørvisvikan verður sett, og í ár hava tey valt barnagarðin á Norðrasta Horni sum setanarstað.
- Tað kemst av, at barnagarðurin á Norðrasta Horni fyrr í árinum fylti 25 ár, og tí stovnurin hevur sum slagorð, at »náttúran er teirra námsfrøðiliga amboð«. So tað hildu vit passaði sera væl, tí her úti verða børnini vand upp í náttúruni og at verja um náttúruna, sigur Elin Lindenskov.
Hon heldur, at tað hevur verið ógvuliga stuttligt at síggja, hvussu børnini hava verið við í plantingini.
- Sjálv tosaði eg við eina smágentu, sum segði, at hon nokk skuldi hyggja eftir trøunum og syrgja fyri, at tey hava tað gott. Hon býr so nær við, at hon sær yvir á plantingina, sigur Elin Lindenskov.
So tað kann av sonum sigast, at umhvørvisvikan er fyri bæði børn og vaksin.
- Heit avgjørt. Bæði barnagarðar og skúlar, øll taka undir við tí. Skúlaflokkar hava eisini møguleika at fara út at planta í ár, og tað einasta, tey skulu gera, er at venda sær til kommununa á uv@torshavn.fo, so kunnu tey fáa eitt øki, sum kommunan ávísir teimum, har tey kunnu fara út at planta. Og tað vóni eg, at tað verða skúlaflokkar, ið taka undir við tí, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu.