Umhvørvisvikan 2009 nærkast

Nýggj umhvørvisvirðisløn og stuttfilmskapping teljast millum nýggju tiltøkini, tá árliga Umhvørvisvikan í Tórshavnar kommunu verður í døgunum frá 4. til 10. mai. Gjøgnumgangandi evni hesa ferð er orka, og tað sæst aftur í flestu tiltøkunum.

Árliga Umhvørvisvikan fevnir aftur í ár um fleiri av afturvendandi tiltøkunum, so sum ruddingardag, ?Planta eitt træ?, gongutúrar, mótaframsýningar (re-design) og annað, men eisini er nógv nýtt og spennandi við hesa ferð.

Eitt av nýggju tiltøkunum er Umhvørvisvirðislønin, sum verður latin borgarum, ið gera ella hava gjørt ein serligan innsats fyri umhvørvið. Tað ber til hjá øllum at innstilla borgarar til hesa nýggju viriðislønina, og tað kann gerast við at venda sær til Snarskivuna.

Eisini verður ein stuttfilmskapping fyri 14 ára gomul og eldri fyriskipað í samstarvi við Klippfisk og Kringvarpið. Tey, sum eru við í kappingini, fáa atgongd til útgerð og høli hjá Klippfiski, og teir filmar, sum hava hóskandi dygd, fáa vinning og verða vístir sum millumsendingar í sjónvarpinum. Bólkar og einstaklingar kunnu melda seg til hjá Snarskivuni.

Sum vant eru eisini tiltøk innan dagstovns- og skúlagátt. Ein listakapping við tekning og tilevning úr burturkasti verður fyri eldri barnagarðsbørn. Skipað verður fyri skattajaktslíknandi kapping í miðbýarkjarnuni fyri yngru børnini, og fyri tey eitt sindur eldri er ætlanin at gera eitt Eksperimentarium um orku á Reinsaríinum. Av øðrum tiltøkum kunnu nevnast fyrilestrar um orkutilfeingi, orkunýtslu, orkusparing og eina listaframsýning.

Umframt nevndu tiltøk er eisini okkurt annað á veg, so Umhvørvisvikan 2009 kann fáa so nógv av innihaldi sum gjørligt. Meira verður at frætta um hetta seinni á torshavn.fo.