Umhvørvisstovan mælir nú fólki, sum fara at skøða sær bilin til veturin, um at droppa píkarnar.
Tey heita á fólk um at meta um, um tað veruliga er neyðugt at seta píkadekk undir bilin, áðrenn støða verður tikin til, hvørji dekk skulu veljast.
- Tá færri bilar koyra við píkum, gerst luftin reinari, tí færri partiklar verða í luftini. Vegstøvið dálkar luftina og er skaðiligt hjá fólki at anda í seg. Kanningar vísa, at neyðugt er at minka nøgdina av partiklum í luftini so nógv sum gjørligt, tí sjálvt smáar nøgdir av partiklum í luftini hava skaðiliga ávirkan á heilsu okkara. Partiklar órógva andingarleiðina og eru orsøk til ymsar lungnasjúkur, so sum astma og kronisku lungnasjúkuna KOL. Færri sjúk fólk merkir eisini færri útreiðslur hjá heilsuverkinum, sigur Umhvørvisstovan.
Síðan fríggjadagin 16. oktober hevur verið loyvt at seta píkadekk undir bilin, og kunnu tey verða sitandi undir bilinum heilt fram til 1.mai.










