Fleiri evni, ið hava verið brúkt til at verja timbur móti roti, eru eitrandi, og kunnu seta heilsuna hjá fólki í vanda og dálka umhvørvið. Rotvardur viður kann innihalda arsen, krom, kopar og tjøruevnið kreosot.
Viður, sum er viðgjørdur við kreosot, er svartur ella brúnligur á liti, og hevur ein sterkan eyðkendan lukt av tjøru. Viður, sum nýliga er trýstviðgjørdur við arsen og kromi, hevur ein veikan gulgrønan lit, meðan viður, sum er viðgjørdur við rotverju við kopari, er týðiliga grønur. Liturin ferst við tíðini.
Hóast eitrandi evnini ikki verða brúkt í sama mun nú sum áður, er týdningarmikið at geva sær far um vandan. Í mun til ES og grannalondini, er ongin lóggáva í Føroyum, sum tryggjar, at eitrandi evni ikki eru í rotvardum viði, sum fæst til keyps.
Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni umhvorvisstovan.fo, ber ti at lesa meira um evni, og fáa góð ráð.