Umhvørvisspekulanturin Al Gore

Sosialurin hevði mikudagin ein leiðara um ferðina hjá Al Gore til Føroya og segði, hvussu fittur Bill Clinton var, tá hann var í Føroyum - eisini við fjølmiðlarnar.

Eg fylgdi við Bill Clinton her, men hvørki eg ella nakar annar journalistur varð boðin á tíðindafund hjá Bill Clinton, meðan hann var í Føroyum. Vit stóðu í kuldanum uttanfyri Hotel Føroyar og bíðaðu eftir honum. Rætt skal vera rætt, hann kom yvir til bláfrystu tíðindafólkini at práta nakrar minuttir. Tað var alt.

Bill Clinton gav ikki pressuni meira enn Al Gore. Jú, fyrrverandi amerikanski forsetin var meira høviskur enn varaforseti hansara. Men so er alt sagt um teir báðar - og viðurskifti teirra við føroysku pressuna.

Nú er tað so mangt, sum føroyska pressan má liva við, men til báðar vitjanirnar eru útlendskir journalistar komnir til Føroya, og tað er undranarvert, at fyrireikararnir ikki hava tryggjað teimum, at nakað var at koma til.

 

Big business

Tað Bill Clinton og Al Gore hava fyri er big business. Bill Clinton selir seg sjálvan, men tað eru ikki so nógvir pengar hjá Al Gore í at selja Al Gore, og tí hevur hann gjørt heimsins størsta vandamál til sín boðskap. Veðurlagsbroytingarnar. Men Al Gore hevur ongan boðskap til teirra, sum ikki gjalda fyri hann.

Norska Nobelnevndin syrgdi annars fyri, at Al Gore seinast kom upp í tað liðið av høgt mettum fólki, sum hevur fingið nobelfriðarheiðurslønina fyri ósjálvsøki arbeiði, tað veri seg Desmond Tutu, Nelson Mandela ella Lech Walesa. So tað eru ikki bert føroyingar, ið hava latið seg draga upp á tráð av hesum amerikanska umhvørvis-spekulantinum. Og tað er spell, tí boðskapurin um veðurlagsbroytingarnar er álvarsligari enn at hann kann pakkast niður í kuffertið hjá einum slíkum handilsreisandi.

Fyrireikararnir kunnu sjálvsagt bjóða hvørjum teir vilja til Føroya at halda fyrilestur fyri fólki, sum vilja gjalda - eisini Al Gore. Men er tað fyri afturlætnum hurðum, so er tað ikki eitt alment tiltak. Og tá høvuðspersónarnir so heldur einki vilja hava við pressuna at gera, má niðurstøðan vera, at annaðhvørt misbrúka fyrireikararnir fjølmiðlarnar ella lata fjølmiðlarnir seg misbrúka.