Í mai mánaða tekur Svøríki við formansskapinum í Arktiska samtarvinum. Á norðurlendska umhvørvismálaráðharrafundinum, sum um dagarnar var hildin í Bruxelles, boðaði svenski umhvørvismálaráðharrin Andreas Carlgren frá, at Svøríki í enn størri
mun fer at seta sjóneykuna á umhvørvismál í Arktiska samstarvinum.
Millum evnini, sum ætlanin er at viðgera í framtíðini, eru lívfrøðiliga margfeldið, ávirkanin á havumhvørvið frá veðurlagsbroytingum, kyksilvur og at basa oljudálking.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði áherðslu á týdningin, at umhvørvismálaráðharrarnir tíðliga verða tiknir við upp á ráð í arktiskum spurningum,
tí annars er vandi fyri, at sjóneykan í ov stóran mun bara verður sett á nýggjar
vinnumøguleikar í arktiska økinum uttan, at neyðug fyrilit samstundis verða tikin fyri møguligu óhepnu avleiðingunum, sum nýggir vinnumøguleikar kunnu hava fyri náttúru og umhvørvi í sárbæru økunum, eisini í Føroyum.
Svøríki upplýsti, at ætlanin er at savna allar umhvørvismálaráðharrar á fund í arktiska samstarvinum tíðliga í 2013. Ein ætlan, sum var væl móttikin av øllum teimum norðurlendsku umhvørvismálaráðharrunum.
Ein tílíkur fundur er eitt greitt tekin um, at umhvørvismálaráðharrarnir eru til reiðar at mynda framtíðar umhvørvispolitikkin í
arktiska samstarvinum, heldur Annika Olsen.