Í gjár og í dag hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, tikið lut á norðurlendskum umhvørvisráðharrafundi, sum hevur veirð hildin á Svalbard.
Umframt útlát av CO2, hevur eisini verið til umrøðu spurningurin um, hvussu vit kunnu avmarka evni, ið steðga stutta tíð í atmosferuni, sum til dømis sót, metan og onnur loftevni.
Sótið legst á ísin og kavan og fær ísin í Arktis a bráðna nóogv skjótari enn áður mett.
Tað hevur stóran týdning at minka útlátið av CO2, men av tí at tað hevur langa livitíð í atmosferuni, ger trekleikin í veðurlagsskipanini, at tað tekur langa tíð, áðrenn vits íggja úrslitið av minkaða útlátinum. Minka vit útlátið av sóti, síggja vit úrslitið beinan vegin.
Av tí at norðurlond liggja tætt at arktiska økinum, er tað sera umráðandi, at norðurlond standa saman um at minka um útlát av sóti og øðrum partiklum, ið steðga stutta tíð í atmosferuni.
Tí arbeiða noðrurlondini nú við einari felags yvirlýsing um, hvussu minkast kann um skaðiligu útlátini, ið gera stóran skaða á Arktiska økið, sigur Innlendismálaráðið.










