Umhvørvisbumbur ígjøgnum donsku sundini

Um ein mánað sleppa tangaskip við einkultum skrokki ikki at sigla ímillum ES-havnir, men tað fer ikki at tálma siglingini ígjøgnum tey donsku sundini.

ES hevur gjørt av, at í framtíðini sleppa tangaskip, sum bert hava einkultan skrokk, ikki at sigla millum havnir í ES-londunum. Hesi tangaskipini verða mett sum umhvørvisbumbur, og tey hava verið orsøk til fleiri umfatandi oljudálkingar tey seinastu árini.

Men nýggja ES-reglan loysir minni enn so allar trupulleikarnar hjá dønum, tí reglan umfatar ikki tey nógvu russisku tangaskipini, sum flyta olju til og úr havnunum við Eystrasalt ígjøgnum tey donsku sundini. Tað heldur danska sjóferðslustýrið vera ein stóran trupulleika.

Í 2000 fóru 3.861 tangaskip ígjøgnum Stórabelti, í 2001 vóru tey 3.961 í tali og í fjør 4.202. Sambært sjóferðslustýrinum er fjórðingurin av skipunum, sum fara ígjøgnum Stórabelti, líka stór ella størri enn "Prestige", sum sakk úti fyri sponsku strondini.