TÓRSHAVN
Tórshavnar kommuna hevur stórar ætlanir um at betra umhvørvið í kommununi. Brennistøðin á Hjalla verður í løtuni umbygd, og fólk skulu í framtíðini venja seg við at skilja burturkastið.
Ruskspannir til at skilja papp og pappír frá verða latin hvørjum húsarhaldum. Ì tætt bygdum økjum, ávísum býlingum, verða smærri byngjur tøkar.
Ein royndarverkætlan koyrir í løtuni í ávisum pørtum av Havnini, men í framtíðini skulu øll í høvuðsstaðnum venja seg við tankan.
Búmerki ? og tó
Sum partur av hesi ætlan kommunan farin undir eina herferð. Til hesa herferð vildi kommunan eisini hava eitt búmerkið, og tí varð ein kapping útskrivað.
Hendan kapping gav eisini fleiri hugskot og nógva umrøðu, men einki uppskot kundi í roynd og veru nýtast til nógv annað enn at hanga upp í Snarskivuni.
?Vit fara heldur at fáa gjørtt eitt professionelt búmerki á einari lýsingarstovu, sigur Niels Uni Dam, starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu við kunningarviðurskiftum um hendi.
Vinnarin av kappingini gjørdist Martin W. Tórgarð, yngri. Hann fær 15.000 kr. fyri ómakin.
Virðislønir vórðu eisini latnar til Ìvar og Janus Guttesen og Poul Helga Jacobsen.