Elfelagið SEV hevur gjørt eina umhvørvisárinsmeting fyri vindorkuverkætlan í Neshaga, og metingin er send til hoyringar.
Kommunan, myndugleikar, feløg og viðkomandi almenningur kunnu venda sær til Umhvørvisstovuna fyri at fáa umhvørvisárinsmetingina.
Hoyringsfreistin er seks vikur. Tað vil siga, at møgulig hoyringssvar í seinasta lagi mikudagin 7. desember skulu sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella á us@us.fo.