Umhvørvisárinsmeting send til hoyringar

Sp/f Nólsoyar Orkufelag hevur gjørt eina umhvørvisárinsmeting, sum nú er send út til hoyringar

Í sambandi við, at Nólsoyar Orkufelag fer undir eina royndarverkætlan við at veita streym til hús frá einari vindmyllu, hevur felagið sambært løgtingslóg gjørt eina umhvørvisárinsmeting av verkætlanini.
Hendan árinsmeting verður nú løgd fyri kommununa og aðrar viðkomandi myndugleikar til hoyring.
Hoyringsfreistin er seks vikur, og tað vil siga, at møguligt hoyringssvar skal verða Umhvørvisstovuni í hdendi í seinasta lagi 10. august.
Í hesum sambandi bjóðar Nólsoyar Orkufelag til almennan kunnandi fund um orkuverkætlanina í Nólsoy. Fundurin verður hildin komandi sunnudag, 3. Juli, klokkan 17 í bygdarhúsinum í Nólsoy.
Í 2003 byrjaði ein norðurlendsk verkætlan við endamáli at kanna møguleikar fyri í størri mun at nýta varandi orku í útnorði.
Nólsoyar Orkufelag hevur, við stuðuli úr Innlendismálaráðnum, ført verkætlanina víðari, og fyrireikingar eru gjørdar, so hús í Nólsoy kunnu hitast við vindorku.
Av tí at talan er um at seta upp vindmyllu, er neyðugt at gera kanningar og metingar av, hvørji árin hetta kann hava á umhvørvið. Hesar kanningar eru gjørdar seinastu vikurnar og eru nú latnar Umhvørvisstovuni at leggja til almennar hoyringar.
Fundurin er sum nevnt almennur, og hjá teimum, ið hava áhuga at koma av fastlandinum at lurta eftir verkætlanini, ber til at koma út til Nólsoyar við Ternuni klokkan 16.20 og inn aftur itl Havnar klokkan 19.25.