Umhvørvið spyr ikki eftir hvør dálkar

?Umhvørvið spyr ikki eftir hvør dálkar.Tað sigur Jóannes Eidesgaard og ber hetta brá av, at hesin skilagóði maður ynskir at taka co2útlátið í álvara.

Men við nýggjasta umhvørvisavgjaldinum prógvar fíggjarmálaráðharrin at so er ikki, heldur leggur uppskotið upp til at økja um co2 útlátið.
Ein av undanmonnunum hjá Jóannesi , Bárður Nielsen, gjørdi nakað tað sama, tá hann fyri nøkrum árum síðani gjørdi tað nógv dýrari at koyra diesel enn bensin . Hetta hóast hann átti at vita, at ein dieselrikin bilur letur munandi minni co2 út enn ein samsvarandi bensinrikin bilur. Nú kostar ein bensinbilur 2470 kr um árið í vegskatti, har sami bilur við dieslmotori skal gjalda 3690 kr. Hetta leggur sjálvandi upp til at fólk ogna sær ein bensinbil, havandi í huga at dieselbilur aloftast eisini eru dýrari at keypa.
Og tá nú Fíggjarmálaráðið ætlar at hækka avgjaldið á diesel 5 ferðir so nógv sum til bensin, eru økunomisku fyrimuninirnir við teimum umhvørvisvinarligu dieselbilunum torførir at fáa eyga við. Men so er ikki við teimum fyrimununum tá tað snýr seg um umhvørvið.
Fyri at seta tað upp svart upa hvítt havi eg valt at taka eina samanbering við:
Audi A3 árg. 2010 1,6 bensin , co2 útlátið er 162 g/km
Audi A3 árg. 2010 1,6 diesel, co2 útlátið er 109 g/km.
Tølini tala fyri seg. Bensinrikni bilurin letur helmingin meiri co2 út enn sami dieselrikni bilurin.
Ístaðin átti Jóhannes at skeitt eftir dønum, ið taka fakligheitina í álvara og lata bilar gjalda alt eftir, hvat fyri umhvørvismerking teir hava - frá A hjá teimum mest umhvørvisvinarligu til G hjá bensinslúkarum. Eisini eru donsku avgjøldini ymisk alt eftir, um dieselmotorurin hevur partikkulfiltur ella ikki.
Var Jóannes nú ein skilamaður, so kom hann við einum betri uppskoti har atlit vóru tikin til co2 útlátið og fylgt fakta, heldur enn at lurta eftir gomlum mytum um, at bensin dálkar minni enn diesel. Tað hevði gagnað bæði Landskassa og umhvørvi okkara.