Umhvørvið í kommununum á dagsskrá

Fríggjadagin 12. desember skipar Agenda 21 stovan fyri árliga kveikingardegnum á Hotel Hafnia. Fyrrapartin fundast kommunurnar um framtíðar umhvørvisarbeiði og aftaná døgurða er almennur kunningarfundur um Umhvørvisátakið, har umboð fyri fyrireikingar- og metingarnevndir greiða frá. Tikið verður samanum Umhvørvisátakið 2008 og komið verður inn á, hvussu ein kommuna kann fyrireika seg, um hon í 2010 ynskir at vinna heiðurin fyri at hava best røktu bygd. Tey, sum vilja luttaka á almenna partinum av kveikingardegnum seinnapartin kunnu møta á Parnassinum á Hotel Hafnia kl. 13. Á fundinum verður kaffi og ábit.