Umhvørvið hægsta prioritet

NORÐURLENDSKU umhvørvisráðharrarnir mótmæla í hesum døgum trygdini á stóra kjarnorkuendurvinningarverkinum Sellafield í Onglandi. Tað er nevniliga komið fram í eini nýggjari frágreiðing, at trygdarviðurskiftini á verkinum eru út av lagi vánalig. Frammanundan hava vit longu hoyrt um, at vandamikið burturkast frá verkinum rennur út í havið og ferðast víðari við havstreyminum har norður í Norðsjónum og norður framvið norsku strondini. Hesum hava somu ráðharrar mótmælt áður.

MEN mótmælini tykjast ikki at verða hoyrd. Í hvussu so er ikki tey mótmæli, sum seinastu árini eru send bretsku myndugleikunum. Nú er støðan kanska ein onnur, tí nú staðfestir ein stór frágreiðing, at støðan er alt annað enn góð.


SJÁLVANDI hevur hetta eisini stóran áhuga fyri okkum føroyingar, tó at ein av okkara havfrøðingum fyrr hevur úttalað, at møguligt vandamikið burturkast frá Sellafield kemur ikki henda vegin, men fer framvið Hetlandi og víðari út í Norðsjógvin.


VIT eru kortini partur av einum stórum havøki, sum er grundarlag fyri matvøruframleiðsluni í fleiri londum, eisini Føroyum. Okkara fiskimenn veiða eisini í Norðsjónum og við norsku stendurnar, har dálkingin frá Sellafield røkkur. Vit hava sum partur av hesum øki skyldu til at vera við í slíkum mótmælum og taka vit tað sum givið, at okkara umhvørvismyndugleikar eisini teljast millum tey lond, sum aftur og aftur mótmæla slíkari dálking.


MEN eitt er dálking langt uttan fyri okkara egnu landoddar. Annað er, hvussu vit duga at húsast her heima hjá okkum sjálvum. Vit hoyrdu nú um dagarnar, hvussu føroysk umhvørviskvinna gav føroyskum umhvørvispolitikki dumpikarrakter. Hon nam við hópin av áhugaverdum og relevantum spurningum, har vit eiga at taka í egnan barm. Tí tað nyttar lítið øðrumegin at finnast at bretum, duga vit hinumegin ikki at halda reint í egnum húsi. Og sambart nevndu umhvørviskvinnu duga vit tað ikki nóg væl. Tí eiga ráð hennara at vera kærkomin og væl móttikin hjá okkara umhvørvismyndugleikum. Tað er nettupp slíkum uppbyggjandi kritikki, sum vit skulu læra av.


SPURNINGURIN um umhvørvið átti at fingið fyrsta prioritet í Føroyum, tá hugsað verður um, at vit liva tí, sum havið gevur. Og nú oljuvinnan stendur fyri framman, krevur hetta enn meira av okkum at vera á varðhaldi - og at fylgja reseptini hjá umhvørviskvinnuni Duritu, nevniliga heldur at fyribyrgja enn at sløkkja eld. Hon eigur stóra tøkk fyri væl valdu orðini og vónandi verða tey við til at eggja øðrum til at taka umhvørvisspurningar í størri álvara. Men tað krevur so sanniliga eisini, at okkara umhvørvismyndugleikar og politikarar veruliga vilja brúka orku og pening til hesi endamálini. Tað ringasta, sum kann henda, er at venda slíkum bakið og ignorera tey. Tann besti umhvørvispolitikkurin er ein kombinatión av áhuga og virkisfýsni millum fólk á gøtuni og tey, sum hava ábyrgdina av hesum øki - á stovnum og á enn hægri stað.