NÚ SEV turrleggur mestsum allar áir í Eysturoynni - nú vit frætta, hvussu dálkingin frá ídnaðarlondunum ger seg inn á hval og fisk um okkara leiðir, og nú ein heilt nýggj vinna skal í gongd á landgrunninum, er øll orsøk til at seta umhvørvið í fokus. Eisini útmeldingin á tingi herfyri um, at landsstýrismaðurin í umhvørvismálum hevur ikki endaliga orðið, tá talan er um umhvørvisspurningar, men at Yvirfriðingarnevndin er suveren í øllum slíkum spurningum eigur eisini at fáa onkrar klokkur at ringja.
SO løgið tað ljóðar, so hava vit í Føroyum ikki átt so mong fólk, ið veruliga hava givið seg við lív og sál fyri umhvørvissakini. Tvey teirra, sum ávikavist hava víst stóran áhuga fyri nátturuni og tí, sum livur í náttúruni um okkara leiðir, eru ikki millum okkum longur. Tórmóður Dahl og John Smith vóru kanska teir persónar, sum í hesi øldini gjørdu mest vart við hesar spurningar í tí almenna tjakinum. Aftur og aftur settu teir krittiskar spurningar, vístu á gongdar leiðir og oystu út av síni vitan og ikki minst - út av sínum alski til hetta land og tess ríkidømi - náttúru og fiskastovnar.
TEIR eru farnir men enn livir tað teir skrivaðu millum okkum. Tað ræður nú um at halda hesum livandi, tvs. at birta uppundir tað almenna orðaskiftið um nettupp umhvørvið og okkara tilfeingi, antin tað eitur fiskur ella olja.
UMHVØRVISMÁLARÁÐHARRIN nemur í grein í blaðnum herfyri við, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit leggja dent á spurningar sum umhvørvi, trygd og mentan - ikki minst tá vit skulu til at leggja lunnar undir eina nýggja vinnu - eina vinnu, sum vit vita kann hava álvarsligar avleiðingar fyri umhvørvi, bera vit okkum ikki rætt at longu frá byrjan. Tað kemur fram í hesi samrøðu, at vit brúka alt ov lítla orku uppá umhvørvisarbeiðið. Játtaninar á fíggjarlógini hava verið ov smáar og hóast peningur er settur av á hesi fíggjarlóg, so er hetta bert at meta sum ein dropi í havinum, tá hugsað verður um, hvussu stórt ábyrgdarøkið og uppgávurnar hjá teimum fólkum, sum skulu arbeiða við hesum, eru. Her verður m.a. víst til tann partin av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum tekur sær av umhvørvisuppgávum. Nú fíggjarlógaruppskotið kemur til viðgerðar hevur hesin spurningurin hevur uppiborið stóra umrøðu. Settar eru 800.000 kr. av til økið. Latið okkum hækka hesa upphæddina