Umhvørvið á dagsskránna

? Føroyingar eru ikki nóg tilvitaðir um umhvørvið, og tí er tað neyðugt við einum stovni, ið kann leggja kommununum lag á við umvhørvisvinarligum tiltøkum, sigur Barbara Samuelsen, ið er samskipari fyri at seta á stovn eina Lokal Agenda 21 skrivstovu í Føroyum

 

Kommunurnar í Føroyum hava saman við oljumálastýrinum tikið stig til eina umhvørvisskrivstovu, ið skal leggja kommununum lag á við umhvørvisvinarligum tiltøkum. Í næstum verður bræv sent til allar kommunur í Føroyum, har spurt verður, um tær eru áhugaðar í at vera við í eini slíkari skrivstovu.

Brøvini verða væntandi send í hesum mánaðinum. Kommunurnar kunnu tó sjálvar velja, um tær vilja vera við ella ikki.


Stórur tørvur

Stórur tørvur er á eini skrivstovu, ið hevur sum endamál at seta í gongd og menna umhvørvisvinarlig tiltøk. Higartil hevur lítið og einki verið av slíkum, og flestu kommunurnar hava ikki gjørt nakað serligt fyri at verja umhvørvið.

Nú skal tó broyting koma í. Barbara Samuelsen hevur verið samskipari fyri oljumálastýrið, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag, ið hava tikið stig til skrivstovuna.

Hon hevur skipað fyri ymsum tiltøkum í hesum sambandi. Fyri kortum høvdu tey vitjan av smáum kommunum úr hinum Norðurlondunum. Hesin bólkurin vitjaði støð í Føroyum, ið hava framt umhvørvisvinarlig tiltøk. Tey eru Klaksvík, har ein áhugabólkur arbeiðir fyri at fáa síl aftur í Ósánna, í Vestmanna eru tey farin undir at planta trøð, og ferðalagið vitjaði eisini í Sundalagnum.

Eisini vitjaðu tey føroysku umboðini saman við teimum norðurlendsku í Íslandi, har tey fingu nøkur góð hugskot um, hvussu hiti kann nýtast umaftur.

Har var eitt frystihotel, og hitin frá motorunum varð leiddur út á parkeringsplássið, so tað ongantíð frysti. Eisini varð hiti leiddur inn í skrivstovurnar og øll rúmini í bygninginum. Hetta er eitt dømi um, hvussu hiti kann endurnýtast.


Neyðugt við ætlan

Barbara Samuelsen heldur, at tað týdningarmiklasta er, at kommunurnar seta eina greiða ætlan útí kortið. Tá skrivstovan fer undir sítt virksemi, fer hon at hava eina 5-ára ætlan, og hvørji mál skulu náast í hesum tíðarskeiðnum.

Barbara heldur, at hvør kommuna sær skal gera eina langtíðarætlan fyri, hvørji umhvørvisvingarlig tiltøk hon ætlar sær at fremja í verki.

Uppgávan hjá skrivstovuni verður at leggja kommunum lag á og at vera ein ígongdsetari hjá teimum. Hetta skal birta uppundir umhvørvisvernd, sum føroyingar ikki hava verið nóg tilvitaðir um higartil.

Ein verkætlan varð sett í verk í 1997, men hon datt niðurfyri aftur. Nú verður tátturin tikin uppaftur, og vónandi verður hetta meira støðugt.

Barbara Samuelsen sigur, at hon eisini er við í einum bólki, ið skal orða ein sonevndan umhvørvispolitikk fyri Landsstýrið. Tey mál, ið verða feld niður í hesum bólkinum, skulu leggjast fram á einum National Agenda 21 fundi í Suður Afrika í september næsta ár.

Barbara Samuelsen væntar og vónar, at kommunurnar fara at taka undir við hesum átakinum og stuðla umhvørvisskrivstovuni. Skrivstovan er bílig, tí bara eitt fulltíðarstarv er tengt at henni. Kommunurnar gjalda eina upphædd fyri hvønn íbúgva, so at tær størru kommunurnar átaka sær størsta partin av útreiðslunum.

Lokal Agenda 21 er eitt heimsumfevnandi átak, og her í Norðurlondum hava nógvar kommunur tikið stig til umhvørvisvernd.