Fosturtøka: Ert tú í iva?
Tað er spurningurin sum Gigni, ið veitir heilsufrøði til børn og ung, reisir fremst á síni heimasíðu.
- Ert tú varug við, at tú er við barn, og ert tú í iva um støðuna, ert tú vælkomin at venda tær til okkum.
Tað er greiði boðskapurin hjá Gigni, sum bjóðar sær at hjálpa og bjóðar eitt ókeypis og navnloynt prát.
- Umframt ítøkiliga vegleiðing viðvíkjandi fosturtøku, er eisini møguleiki fyri samtalu/ráðgeving um heilsufaklig, sosial og sálarlig viðurskifti, sigur Gigni.
Stutt og greitt: Ert tú í iva? - og ynskir eitt prát, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gigni, ið hevur neyvari kunning um samband á www.gigni.fo