Fyri jól gav Jógvan Isaksen út sína fimtandu krimibók fyri vaksin. »Anathema« er fimta bókin í røðini sum Skansadeildina, har William Hammer er høvuðspersónur. Frammanundan hevur Jógvan Isaksen skrivað tíggju krimibøkur um miðlamannin Hannis Martinsson. Samanlagt hevur virkni rithøvundin skrivað næstan fimmti bøkur.
– Eg gangi og hugsi um, hvønn næsta bókin skal vera um. Skal tað vera enn ein bók um William Hammer, skal eg lata Hannis Martinsson trína framaftur, ella skal eg fara í holt við ein heilt nýggjan høvuðspersón?
– Tá ið eg byrjaði at skriva um Hannis Martinsson í 1990, var hann um 40 ára aldur, so hann er blivin ein eldri maður nú. Tað var eisini ein orsøk til, at eg fór at skriva um William Hammer í 2013. Eg hevði brúk fyri einum yngri høvuðspersóni. Men tað kann vera, at Hannis kann koma afturíaftur, sigur hann.
Jógvan Isaksen umhugsar eisini, um hann skal fara at skriva um ein heilt nýggjan høvuðspersón.
– Eg umhugsi eisini, um eg skuldi funnið ein heilt øðrvísi persón at skriva um. Kanska kundi næsti høvuðspersónurin verið ein kvinna, sigur hann.