- Tað er púra greitt, at eg fari víðari við málinum.
Jóan Petur Davidsen, yvirlækni, er væl nøgdur við, at Løgtingsins Umboðsmaður er komin til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt at koyra hann frá sum leiðandi yvirlækna á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum.
Og í stuttari viðmerking ger hann púra greitt, at málið endar ikki her, men at hann fer víðari við.
- Løgtingsins Umboðsmaður kemur til ta greiði niðurstøðu, at í hesum málið er tænastumannalógin, fyrisitingarlógin og øll vanlig sømiligheit skúgvað til viks.
- Niðurstøðan er heilt greitt, at lógliga eri eg ikki koyrdir frá sum leiðandi yvirlækni. Og tað má so eisini merkja tað, at eg eigi løn sum leiðandi yvirlækni hetta seinasta árið, síðani eg var ólógliga frákoyrdur.
Jóan Petur Davidsen sigur, at tað er í øllum førum væntar hann, at hann fer at stevna Almanna- og Heilsumálaráðnum , har hann fer at krevja endurgjald fyri skaða og skamm.
Annars sigur hann, at hann skal tosa við sakførara sín í vikuni um, hvussu farast skal fram hereftir.
Tað eydnaðist hvørki at fáa eina viðmerking frá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna-og heilsumálum, ella frá Allan Skaalum, sjúkrahússtjóra.
Les eisini greinina: òlógligt at avhøvda Jóan Petur Davidsen.