Anfinn Kallsberg hevur boðað frá, at tað er ikki vist, at hann stillar uppaftur á næsta løgtingsvali
Tað kom fram á aðalfundi í Norðoya Fólkafloksfelag nú ein dagin.
Á fundinum vísti hann á, at tað er neyðugt at seta ungt fólk við, nú
tað stundar til val
Og á heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum verður kunngjørt, at á fundinum segði formaður Fólkafloksins, at hann helti til, at hann ikki at stillaði upp aftur.
Men fall ikki í góða jørð og aðalfundurin mælti honum staðiliga til at umhugsa sína støðu.
Anfinn Kallsberg fyllir 60 ár seinni í ár.










