Umhugsar at biðja um meiri pening til Leirvík

Annika Olsen vil hava eina skjóta loysn á vegaføringini ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin

- Eg miði eftir at hava eina loysn á máinum um vegaføringina ígjøgnum Leirvík í ár.
Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.
Enn er ongin niðurstøða í málinum um illa umstrídda vegin ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin.
Men nú fer Annika Olsen at leggja málið um vegaføringina ígjøgnum Leirvík fyri á næsta landsstýrisfundi.
Hetta er eisini eitt krav frá býráðnum í Eysturkommunu, sum nú hevur mist tolið og hevur sett hart ímóti hørðum.
Tað endaði við, at býráðið herfyri brádliga samtykti at íbindingarloyvið verður ikki longt og at vegurin beinanvegin skal gravast upp, sáast við grasi og lendið handast kommununi aftur í sama standi, sum tað á sinni varð latið til vegin.
Hetta hevur býráðið gjørt fyri at framprovokera eina avgerð í politisku skipanini.
Men borgarstjórin staðfesti eisini, at tey vórðu sinnað at geva samgonguni stundir at koma við einum útspæli.

Loysn í ár
Og tað útspæli kemur væntandi eftir næsta landsstýrisfund, sum ikki er endaliga ásettur enn.
Annika Olsen hevur gjørt eitt upprit til landsstýrið um vegaføringina, men hon vil ikki siga, hvat stendur í tí, fyrrenn tað er lagt fyri landsstýrið.
Men í øllum førum kann hon siga, at hon mælir til, at málið verður loyst í ár.
Og tað er ikki óhugsandi, at hon fer at biðja um eykajáttan til endamálið.
Hetta sigur hon, hóast umboð fyri samgonguna meiri enn einaferð hava gjørt greitt, at eykajáttan verður ikki latin til íløgur í ár.
Trupulleikin er, at játtanin upp á 40 milliónir, sum Løgtingið hevur sett av til vegaføringina ígjøgnum Leirvík, røkkur ikki, tí arbeiðið er mett at kosta 50 milliónir.
Tí er neyðugt við meiri pengum, men tað hevur Løgtingið ikki viljað játtað.
Annars heldur landsstýriskvinnan, at vegurin ígjøgnum Leirvík er eitt serstakt mál, tí hon metir tað, sum eina verkætlan, ið er ígongd.
- Hetta er sostatt ikki talan um eina nýggja verkætlan og tí eigur hon at verða gjørd liðug, sigur Annika Olsen.
Hinvegin hevur Annika Olsen eisini boðað frá, at hon er í samskifti við arbeiðstakaran um at fáa prísin niður.
- Eg helt, at vit vóru í einum góðum samskifti um at fáa prísin niður og tí kom tað óvart á meg, at býráðið brádliga reageraði so harðliga.
Hon vil ikki siga, hvat hendir, vissi Kommunan ger álvara av málinum við teirri avleiðing, at Norðoyatunnilin verður stongdur
- Tað taki eg upp, skuldi tað komið so langt, at vegurin verður grivin av. Men eg haldi, at ognartøka er eitt øgiliga stórt inntriv, so tað verður ikki tað, vit fara eftir við tað fyrsta, sigur landsstýriskvinnan.
- Tað er ikki mátin at samskifta upp á í einum fólkaræði, leggur landsstýriskvinnan afturat.