Umhugsaðu at flyta fólk

Ta einu løtuna var roykurin frá Pison so nógvur og lá niðan ímóti bygdini, at sløkkiliðsfólkini umhugsaðu at flyta fólk í Leirvík frá húsum.

Ta einu løtuna var roykurin frá Pison so nógvur og lá niðan ímóti bygdini, at sløkkiliðsfólkini umhugsaðu at flyta fólk í Leirvík frá húsum.

– Okkara fyrsti prioritetur var at finna mannin, so tí máttu vit í fyrsta umfari bíða við at sløkkja, sigur Sørin Djurhuus, átaksleiðari hjá sløkkiliðnum hjá Eysturkommunu.

– Vit høvdu tvey lið av roykkavarum umborð, og eg má siga, at menninir løgdu sera nógv fyri, tí teir vóru greiðir yvir, at helst var ein maður staddur umborð.

Tað eydnaðist at finna 47 ára gamla mannin, sum var umborð, men tíverri stóð hann ikki til at bjarga.

Hoyr samrøðuna við Sørin Djurhuus við at trýsta á pílin undir myndini.