Aftur í dag hava fleiri mótmælisfólk latið lív í Sýrialandi, og nú umhugsar amerikanska stjórnin at seta tiltøk í verk ímóti nøkrum av leiðarunum í Damaskus.
-Tann ógvusligi harðskapurin, sum sýriska stjórnin brúkar ímóti sínum fólki, kann als ikki góðtakast, og vit fordøma hetta, sigur Tommy Viuctor, sum er talsmaður hjá Barack Obama, forseta. Hann legggur afturat, at USA umhugsar, hvat best er at gera.
Eygleiðarar í Washington siga, at amerikanska stjórnin er undir veksandi trýsti frá kreftum, sum krevja tiltøk ímóti sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, og stýri hansara.
Støðan er óheppin fyri Obama-stjórnina, sum hevur roynt at betra viðurskiftini við Sýrialand fyri at fáa landið at taka undir við einari varandi friðarloysn fyri Miðeystur. Men tann ógvuliga harðliga framferðin hjá sýrisku myndugleikunum ímóti mótmælisfólkinum noyðir stjórnina í Washington at endurskoða sambandið við Damaskus, siga eygleiðararnir.
Síðani ófriðurin kyknaði í Sýrialandi miðskeiðis í mars, hava umleið 390 fólk latið lív.