Umhugsa støðuna í Fíggjarmálaráðnum

Í Fíggjarmálaráðnum hava tey ikki tikið støðu til, hvussu tey fara at loysa stríðið um portørarnar

Í fíggjarmálaráðnum vilja tey ikki siga, hvussu tey ætla at loysa kreppuna, sum hevur tikið seg upp um sáttmálaviðurskiftini hjá portørunum.

Í aðrari grein her á síðuni fortelja vit, at Starvsmannafelagið hevur hótt við verkfalli upp á staðið, sleppur felagið ikki at samráðast um portørarnar.

Snorri Fjalsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, váttar, at hesi greiði boðini eru komin frá Starvsmannafelagnum og at tey nú hugsa tey um, hvat er at gera.

Samstundis sigur hann, at ongin avgerð er tikin enn.

Men tú hevur fyrr boðað frá, at Fíggjarmálaráðið fer ikki at samráðast við tvey fakfeløg um sama sáttmálaøki.

- Ja, vit tað er ivaleyst at hava ein sáttmála fyri hvørt øki og tann støðan er ikki broytt, svarar Snorri Fjalsbak stutt.

Men, hvussu verður tað uppfatað, skuldi tað hent, at tit fara at samráðast við Havnar Arbeiðsmannafelag og portørarnir í Starvsmannafelagnum av tí sama leggja arbeiðið niður?

Tað fer at verða uppfatað sum eitt “óheimilað stríðsstig”, sigur leiðarin á lønardeildini.

Hvørjar eru avleiðingarnar av tí?

- Tað havi eg onga viðmerking til í løtuni, leggur hann afturat.

Les eisini greinina “Taka portørar í størsta álvara” og greinina “Hótta við verkfalli á sjúkrahúsunum”.