Norska flogfelagið Norwegian, sum er tað størsta lágprísfelagið í Norðurlondum, umhugsar nú at fara undir flúgving millum Grønland og Danmark. Verður ætlanin veruleiki, fer Norwegian at flúgva til Kangerlussuaq ella Narsarsuaq, og sambært grønlendska kringvarpinum fer ferðaseðilin at kosta umleið helmingin av tí, sum ein ferðaseðil við Air Greenland kostar í dag.
Men Norwegian er ikki tað einasta felagið, sum umhugsar Grønland sum rutumál. Tað er tað danska Cimber Sterling eisini, skrivar Nordjyske Stiftstidende.