Umhugsa neyðhjálp

Matvørutrot er aftur farið at gera um seg í Norðurkorea, og ST heitir tí á altjóða samfelagið um at veita landinum eina hjálpandi hond.

Hóast viðurskiftini millum Norðurkorea og USA ikki eru tey bestu, umhugsar amerikanska stjórnin at senda Norðurkorea neyðhjálp. Sambært The New York Times er talan um 66.000 tons av ymsum matvørum í fyrsta umfari. Fyrr hevur stjórnin í Washington sýtt fyri at lata landinum matvøruhjálp, fyrr enn útlendskir eygleiðarar sleppa at tryggja sær, at maturin verður latin teimum, sum veruliga hava hann fyri neyðini.

Sambært ST rakar mattrotið umleið 6,5 milliónir norðurkoreanar, og tað fer at kosta umleið 1,1 milliard dollarar at veita teimum ta neyðugu hjálpina. ST heldur, at sum er hava umleið 3,8 milliónir fólk í Norðurkorea ov lítið til matna, men at tørvurin fer at veksa teir næstu mánaðarnar.