Umhugsaði at vraka Clinton sum valevni

Leiðarin fyri Demokratiska flokkin vildi hava varaforsetan at taka við sum forsetavalevni

Einans nakrar fáa vikur áðrenn amerikanarar fóru á val og óvæntað valdu Donald Trump til nýggjan forseta, umhugsaði Donna Brazile, táverandi leiðari fyri Demokratiska flokkin, at koyra Clinton frá sum valevni, og í hennara stað geva Joe Biden, táverandi varaforseta, møguleikan at vinna forsetaembætið. Tað avdúkar nú fyrrverandi leiðarin fyri Demokratiska flokkin í einari bók, ið verður útgivin í næstu viku, og sum the Washington Post hevur fingið avrit av.


- Ferð eftir ferð hugsaði eg um Joe Biden. Men óansæð mín iva og stúran fyri valinum og Hillary sum valevni, so fekk eg meg ikki til at seta nakran annan í hennara stað, skrivar Donna Brazile í bókina.


Tað var eftir, at Hillary Clinton mundi smollið um aftaná minningarhaldið fyri 11. september í New York, at leiðarin fyri flokkin byrjaði at hugsa, at Clinton møguliga ikki var rætta valevnið.


Men hóast Donna Brazile ikki hevði serligar høgar tankar um Hillary Clinton, so var tað at enda serliga ein orsøk til, at hon valdi einki at gera.


- Eg hugsaði um Hillary og allar kvinnurnar í hesum landi, ið vóru so spentar og stoltar av henni. Eg kundi ikki gera hetta móti teimum, skrivar Donna Brazile, sambært Washington Post.