Umhugsaði at siga upp

Venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Jan Pytlick, umhugsaði av álvara at siga starvið frá sær orsakað av lønartrætuni millum leikararnar og hondbóltssambandið. -Ja, tað var ógvuliga nær við. Eg haldi ikki, at eg havi sovið teir seinastu fýra dagarnar. Hetta hevur verið sera ørkymlandi, tí eingin visti, hvørjum hetta fór at enda við, segði Jan Pytlick á tíðindafundi í dag.

 

Á tíðindafundinum kom fram, at tað var eisini um reppið, at venjarin fekk sekkin. Tí hevði hondbóltssambandið steðgað arbeiðinum við kvinnulandsliðnum, hevði tað kostað venjaranum starvið.

 

Jan Pytlick hevur tikið 16 spælarar til landsdystirnar ímóti Russlandi 21. og 22. apríl. Talan er eitt so at siga nýtt landslið, tí nógv tær flestu, sum vóru í hópinum, hava sagt nei til at spæla við tí nýggja lønartilboðnum, sum gevur spælarunum 48 prosent minni enn tann gamli sáttmálin.