Umhugsa at stongja allar skúlar og dagsstovnar í heyst

Nú verður av álvara umhugsað at stongja allar skúlar og allar stovnar til barnaansing í heyst fyri at forða svínakrími at spjaða seg, sigur Bjarni á Steig, virkandi landslækni. Avgerðin verður tikin fyrsta dagin og tað kann saktans enda við, at summarfrítíðin verður longd í fleiri vikur ella mánaðir

Tað kann væl henda, at summarfrítíðin hjá skúlabørnum og lærarum fer at verða longd í fleiri vikur ella mánaðir í ár.

Fyri at forða svínakrími í at spjaða seg, verður nevniliga umhugsað at longja summarfrítíðina og at stongja allar skúlarnar.

Tað sama ger seg galdandi fyri barnaansingarstovnarnar, sum kanska eisini verða stongdir í sama viðfangi.

Bjarni á Steig, virkandi yvirlækni váttar, at hetta er eitt tiltak, sum verður umhugsað fyri at forða fyri, at svínakrími skal spjaða seg.

Hann sigur, at júst í hesum døgum situr danska heilsustýrið og eftirmetir støðuna viðvíkjandi svínakrími og um ætlanin, sum longu er løgd fyri at at basa sjúkuni, skal endurskoðast.

Og hann váttar, at spurningurin um at stongja barnaskúlar og dagstovnar í heyst, er ein møguleiki, sum verður umrøddur í hesum sambandi.

Hann sigur, at ein av fyrstu døgunum kemur danska heilsustýrið til eina niðurstøðu og so fáa vit at síggja, um tað at lta skúlar og dagstovnar aftur, verður ein partur av tí.


Fáa eitt andarhald

Virkandi landslæknin leggur afturat, at vit í Føroyum hava gjørt av at fylgja tilmælunum frádanska heilsustýrinum.

So mælir danska heilsustýrið til at stongja skúlar og dagstovnar, verður tað tilmælið eisini fylgt í Føroyum.

Og danska heilsustýri plaga hinvgin at leggja seg nokk so neyvt upp at tilmælum frá WHO, sum er alheims heilsustovnurin undir ST.

Og tað er nettupp WHO, sum hevur reist spurningin um at steingja allar skúlar og dagstovnar fyri at forða fyri smittuspjaðing.

Tey siga, at verður hetta gjørt, verður kanska fremsta smittuspjaðingar-keldan av øllum steðgað.

Alheims heilsufelagsskapurin, WHO, sigur, at endar hetta við, at skúlar og dagstovnar verða stongdir, verður tað við tí endamáli at fá eitt andarhald so at vit fáa betri stundir at gera neyðuga koppsetingarevnið, áðrenn smittan herjar á av álvara, væntandi tá ið liðið er nakað út á árið.


Kostar øgiligar upphæddir

Else Smith í danska heilsustýrinum, sum stendur á odda fyri bardaganum ímóti svínakrími í Danmark, segði við danska TV2 í gjár, at tað kann verða skilagott at lata skúlar aftur.

Hinvegin eiga vit eisini at hugsa um, hvussu vit so leggja upp fyri, at børnini missa ein part av skúlagongdini, leggur hon afturat.

Tey vænta, at eini 25%-30% av fólkinum fara at leggjast við svínakrími, harav tey flestu verða í yngra endanum við tað, at tey, yvir 50 ár, vísa seg at vera í minni vanda fyri at verða smittað, enn tey yngru.

Tað fer at kosta samfelagnum øgiligar upphæddir í sjúkrafráveru og mistari framleiðslu.

Men verða skúlar og dagsstovnar stongdir, verður tað eisini ein dýr søga fyri samfelagið, tí tað fer at merkja, at nógv starvsfólk mugu verða heima at ansa børnum, sum ikki sleppa í skúla ella í ansing.

Hinvegin hevur tað eisini verið eitt tilmæli, at arbeiðspláss hvør sær leggja eina tilbúgvingarætlan at lata sum flest starvsfólk arbeiða heima, har tað yvirhøvur ber til.

Og skuldi tað hent, at ein stórur partur av fólkinum legst við krími, áðrenn koppsetingarevnið er til taks, verður tað sjálvandi eisini ein hópur av heilsustarvsfólki, sum fær sjúkuna og tað kann raka arbeiðið at niðurberja sjúkuna serliga hart, eins og tað fer at raka alla aðra sjúkuviðgerð og sjúkrarøkt.


Viga fyri og ímóti

Bjarni á Steig sigur, at tað er ongin ivi um, at sama hvør loysnin verður vald, fer tað at kosta samfelagnum í dýrum dómum, so tað ræður at gera eina heildarmeting av støðuni fyri at velja tað loysnina, sum samanlagt rakar samfelagið sum minst.

- Okkara fyrsta raðfesting er at bjarga mannalívum og har hava hava vit eina mynd av støðuni. Og hon er, at hetta vísir seg at vera ein mild sjúka. Hinvegin vísir tað seg, at tað eru ávísir bólkar, sum eru í størri vanda enn aðrir, men øllum tí partinum halda vit okkum hava eina greiða mynd av.

Onnur raðfesting er so at hyggja eftir, hvussu sjúkan rakar okkum samfelagsbúskaparliga.

- Í hesum sambandi verður fyrst og fremst hugsað um at koppseta fólk. Men er koppsetingarevnið ikki klárt, mugu vit hugsa um onnur tiltøk. Og í løtuni er onki koppsetingarevni og tí er tað at stongja skúlar og dagstovnar, eitt tiltak, sum hugsað verður um fyri at avmarkað tann samfelagsbúskaparliga skaðan av kríminum.

Men hvør endaliga niðurstøðan verður, veldst alt um, hvussu nógv tað tey ymsu tiltøkini fara at kosta samfelagnum og, hvussu vit avmarkað skaðan sum mest.

Les eisini greinina: Ongir nýggir tilburðir