Umhugsa at skipa smáar skúlar undir stórar skúlar

Tað kann merkja, at 15 av teimum smæstu skúlunum kring landið, verða skipaðir undir ein størri skúla

Nú kann tað henda, at teir smæstu skúlarnir kring landið, verða skipaðir undir ein størri skúla. Tað sæst nú Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur lagt eina frágreiðing um fólkaskúlan fyri Løgtingið. Mikudagin verður so aðalorðaskifti um, hvussu fólkaskúlin skal skipast framyvir.

 

Fyri 10 árum síðani vóru 60 fólkaskúlar í landinum, men í dag eru 41 fólkaskúlar eftir, men so eru eisini tríggir frískúlar settir á stovn. Allir hesi skúlarnir eru sjálvstøðugir skúlar, líka frá Skúlanum í Fámjin við einum næmingi til Skúlan á Fløtum við 774 næmingum.

 

Ein orsøk til at tað eru færri skúlar nú, er, at kommunur hava lagt skúlar saman. Ein onnur orsøk er, at barnatalið í útjaðaranum er lækkað so nógv, at í summum førum hevur einki skúlabarn verið eftir á staðnum. Og í øðrum førum hava foreldrini gjørt av at flyta børnini í ein størri skúla, tá ið bara einir tveir næmingar hava verið eftir í skúlanum.

 

Hvat peningaligari játtan viðvíkur, verða allir skúlar viðgjørdir hvør sær og tað merkir, teir teir smærru skúlarnir fáa lutfalsliga stóra játtan. Skipanin má tí sigast at vera rættiliga dýr og harumframt er trupult hjá smærru skúlunum, fakliga, og ikki minst hølisliga, at røkka øllum ásetingum í lógini, stendur í frágreiðingini.

 

Verður lógin broytt soleiðis, at hvør sjálvstøðugur skúli skal hava minst 50 næmingar, hevði tað merkt, at 15 skúlar høvdu verið undir hesa markinum, og høvdi verðið skipaðir undir ein størri skúla.

 

Hetta er sostatt út ímóti helvtini av øllum skúlunum í Føroyum. Í Føroyum eru ikki nógvar royndir av slíkum samskipanum. Men Skúlin í Dímun er samskipaður við Skúlan á Fløtum, og tær royndirnar vísa, at ein skúli á útoyggj kann saktans samskipast við ein størri skúla. Dímunar skúli hevur tó varðveitt sína játtan, so talan er ikki um eina sparing, men eitt menningartilboð, serliga fyri skúlan á útoyggj.

 

Tað sama hevur verið galdandi fyri Mikladals/Trøllanes skúla, sum hevur verið samskipaður við Skúlatrøð, stendur í frágreiðingini.