Eitt rættarmál í Føroya Rætti í morgun vísti seg at vera nógv øðrvísi enn fyrst hugsað, so nú skal ákæruvaldið taka støðu til, um maðurin skal rættarsøkjast.
Maðurin var annars ákærdur fyri at hava sparkað eina úthurð inn, og at hava brotið inn á eitt baðirúm.
Men maðurin hevði eina heilt aðra søgu at siga í rættinum í morgun.
Hann greiddi frá, at tað var bróður hansara, ið búði í umrøddu húsum, og at hann hevði sálarligar trupulleikar.
Hann segði, at hann ein dagin hevði fingið sms boð frá bróðri sínum, sum segði seg ætla at gera sjálvmorð, og at tey kundu finna hann í hjallinum. Hann hevði tí biðið systir sína um at koyra seg á búðstaðin, har hann fór beina leið í hjallin, men har var bróðurin ikki.
Hann fór tí til úthurðina og breyt seg inn og fann bróðuri avdotnan á sofuni í stovuni.
Maðurin greiddi eisini frá, at hann hevði givið frágreiðing til politiið, men hevði ikki varnast, at hann var ákærdur fyri at bróta úthurðina inn, og at hava brotið seg inn í baðirúmið.
Tá gongdin í málinum var soleiðis, valdi dómarin at enda rættarmálið, so ákæruvaldið kann finna fram til, um ákæra skal reisast móti manninum ella ikki.









