Umhugsa at lækka skattin á Tvøroyri

Kommunuskatturin á Tvøroyri fer kanska at lækka næsta ár.

Kommunuskatturin er 23,5%, men nú fíggjarætlanin fyri næsta ár skal leggast, umhugsar býráðið at lækka skattin 0,75%, niður í 22,75%.

Hetta fer at kosta kommununi 1,5 millión í inntøku.

Tvøroyrar Kommuna hevur havt eitt tað hægsta skattaprosentið í landinum í útvið 20 ár og hetta er fyrstu ferð í nógv ár, at tað so mikið verður umhugsað at lækka tað.

Men á býráðsfundi í gjárkvøldið varð staðfest, at síðani nýggja uppsjóvarvirkið varð bygt á Tvøroyri, er tað gingið framá í kommununi, eins og í Suðuroy, sum heild.

- Tí halda tey, at tað ber til at lækka skattin.

Kortini ásanna fleiri býráðslimir, at stórar avbjóðingar standa fyri framman, eitt nú fer kravið frá landsmyndugleikunum um at kommunurnar skulu fáa viðurskiftini viðvíkjansi spillvatni í rættlag og at tað fer at kosta

Tvøroyrar kommunu nógvar milliónir.

Men aðrir býráðslimir vísa eisini á, at eina skattalækking má ikki raka trivnaðin í kommununi og ført varð eisini fram, at skúlin er illa farin og hevur stórar ábøtur fyri neyðini.

Tvøroyrar Býráð fer nú at bíða eftir skattatølunum fyri oktober og endalig støða um skattalækkingina verður tikin, áðrenn fíggjarætlanin verður endaliga samtykt, í seinasta lagi 1. desember.

Annars er ætlanin, at barnafrádrátturin á 5000 krónur, verður óbroyttur.

Býráðslimir halda, at verður skatturin lækkaður, fáa fleiri borgarar ágóðan av tí, heldur enn at hækka barnafrádráttin.

Myndina tók Eileen Sandá.