ST umhugsar nú at krevja, at Ísrael skal rinda endurgjald fyri skaða, sum ísraelski herurin og flogvápnið hava gjørt í teimum palestinsku flóttafólkalegunum.
Flóttafólkafelagsskapurin hjá ST, sum tekur sær av áhugamálunum hjá teimum palestinsku flóttafólkunum, UNRWA, sigur, at tað fer at kosta einar 30 milliónir krónur at umvæla skaðan, sum ísraelsku álopini hava gjørt. Her verður hugsað um álopini á tær palestinsku flóttafólkalegurnar og bumbuálopini á Gaza-bý fyrr í hesum mánaðinum.
ST sigur, at ísraelsku álopini hava gjørt stóran skaða á 22 skúlar, fýra læknastovur, fýra tænastumiðstøðir og 141 flóttafólkaheim. Tveir sjúkrabilar hjá UNRWA vórðu eisini oyðilagdir í ísraelsku álopunum.
Leiðslan í UNRWA sigur, at tað er ikki annað enn ríliligt, at Ísrael rindar endurgjald fyri skaðarnar.









