Umhugsa at kanna málið

Tað er eitt tað fremsta ynski frá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, men tað er ógreitt um tað verður gingið at møti

Myndin er frá eini venjng

Enn er óvist um vit fáa eina skaðanevnd at kanna øll álvarslig ferðsluóhapp og allar ferðsluvanlukkur út í æsir. Í nógv ár hevur tað verið eitt av tað fremstu ynski hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, tí endamálið við eini slíkari nevnd er at kanna álvarslig ferðsluóhapp, og ferðsluvanlukkur út í æsir í eini roynd at fyribyrgja, at tey endurtaka seg.

 

Hetta er eitt av tilmælunum í nýggju Ferðslutrygdarætlanini og nú hevur Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin spurt landsstýrismannin í samferðslumálum um hann hevur nakra ætlan á hesum øki.

 

Bárður á Steig Nielsen, sum nú umsitur samferðslumál eftir at Jørgen Niclasen varð loystur úr starvi, er ikki serliga greiður í sínum máli. Hann sigur, at umhugsað verður at kanna nærri, hvussu stórur tørvur er á eini skaðanevnd, og hvussu eitt tílíkt arbeiðið møguliga kundi verið skipað.

 

Samstundis vísir hann á, at hesi seinastu nógvu árini eru allar álvarsligar ferðsluvanlukkur kannaðar av avvarðandi myndugleikum, sum hava ábyrgd av teimum ymisku økjunum.  Tað merkir, at Akstovan kannar bilarnar, løgreglan ger ferðslutekniskar kanningar á vanlukkustaðnum og Landsverk ger metingar av umstøðunum.

 

Hinvegin ásannar Bárður á Steig Nielsen, at ein skaðanevnd kann vera við til at varpa ljós á møguligar orsøkir til, hví vanlukkur henda. Men hann heldur, at tað framvegis er sera umráðandi, at tað stóra fyribyrgjandi- og upplýsandi arbeiðið á økinum heldur áfram, tí tað er av avgerandi týdningi í arbeiðnum at fyribyrgja ferðsluvanlukkur. Hann sigur, at tað er Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum stendur fyri hesum arbeiðinum, hvørs høvuðsendamál er at virka fyri, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í Føroyum.

 

Myndin er frá eini venjng